Nýggju íbúðirnar brúka nógv minni orku

Nýggju íbúðirnar brúka nógv minni orku
Eini vanlig føroysk sethús, bygd í 1984, brúka næstan fimm ferðir so nógva orku til hita sum ein íbúð, bygd í 2014
 
26.07.2016 - 10:03

Niðurstøðan er, at hitatapið í sethúsunum fyri fermeturin er 215 kilowatttímar um árið, men tað er bara 44,4 kilowatttímar í íbúðini. Munurin er 170 kilowatttímar.

Akursstein hevur kannað viðurskiftini

Hendrik Akursstein, sum lesur orku- og umhvørvisverkfrøði á Fróðskaparsetrinum, hevur kannað hitatapið í einum sethúsum í Árnafirði og í einari íbúð hjá Bústøðum á Oyrarbakka.

Niðurstøðan í bacheloruppgávuni hjá Hendriki Akursteini er nevnd í ársfrágreiðingini hjá Bústøðum fyri 2015. 

Íbúðin hjá Bústøðum er gjørd eftir danskari byggireglugerð. Sethúsini í Árnafirði eru gjørd, sum mann plagar at gera og sum mann heldur, at hús eiga at verða bygd, sigur Hendrik Akurstein.

Íbúðin á Oyrarbakka er púra tøtt, og hon hevur luftskiftisskipan.

Tíðirnar eru broyttar

Í 1984 varð ikki bygt so tætt. Í slíkum húsum ræður tilvildin, hvussu ofta luftin verður skift. Gjóstur og opin vindeygu avgera, hvussu luftskiftið er.

Bústaðir kanna annars saman við Orkudeildini á Umhvørvistovuni, hvussu nógva orku húsarhaldini brúka.

Kanningin verður gjørd í 40 íbúðum, sum Bústaðir fara at byggja millum Berjabrekku og Blómubrekku í Havn.

Men longu nú hava Bústaðir í einari forkanning staðfest, at hóast talan er um neyvt somu íbúðir, brúkar eitt húsarhald dupult so nógva orku sum eitt annað, stendur í ársfrágreiðingini hjá Bústøðum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimti sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012