Fiskimannafelagið kærir til Fiskimálaráðið

Fiskimannafelagið kærir til Fiskimálaráðið
 
27.07.2016 - 14:14

Fiskimannafelagið fer at kæra málið um at Vørn ikki tekur avgerð um, at Norðingur slapp at keypa á uppboðssølu.

Fiskimannafelagið vil vera við, at manningin á Norðingi, ikki verður lønt eftir røttum sáttmála.

Axel Hansen, nevndarlimur í Fiskimannafelagnum sendi 21 juli eitt skriv til Vørn, við áheitan um at manningarviðurskiftini við í metingini av, um Norðingur lýkur treytirnar fyri at keypa kvotu á tilfeingisuppboðssøluni. 

Vørn sigur seg ikki hava heimild at taka avgerð í í trætum millum reiðarar og manningarfeløg.

Axel Hansen skrivar í tíðindaskrivi í dag, at málið verður í dag kært til Fiskimálaráðið at taka støðu til. 

Landsstýrismaðurin má um ikki annað kunna siga, hvør skal hondhevja lógina, hann sjálvur hevur smíðað, og sum Løgtingið samtykti í vár, skrivar Aksel Hansen.

Í kæruni til Fiskimálaráðið, sigur Axel Hansen, nevndarlimur, at hann kærir undirritaði framferðina hjá Vørn í sambandi við eina áheitan um at fylgja lógarásetingunum um manningarviðurskiftini í sambandi við kvotakeyp á almennu uppboðssøluni.

Vørn hevur alment sagt, at tað onga heimild hevur á økinum.

Axel Hansen sigur, at hann ongantíð fekk nakað svar upp á skrivið, sum varð sent Vørn 21. juli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585