Eingin nýggjur stjóri í TF holding

bannari
Eingin nýggjur stjóri í TF holding
TF holding fær ongan nýggjan stjóra fyri Regin Hammer, sum varð koyrdur frá fyrr í summar
 
06.08.2016 - 10:10

TF Holding-samtakið hevði tveir stjórar - Regin Hammer, og so Suna Schwarts Jacobsen, sum var forstjóri. 

Men nevndarformaðurin í TF Holding, Arni Brattabeg sigur, at tað verður forstjórin, Suni Schwarts Jacobsen, sum einsamallur fer at mynda samtakið í framtíðini. 

- Eg dugi ikki at síggja nakra orsøk til at hava tveir stjórar í einum felagið sum TF-Holding, sigur hann við útvarpið.

Ætlanin er at endurskoða allan bygnaðin í samtakinum í heyst, tá nevndin kemur saman aftur eftir summarfrítíðina. 

Regin Hammer var eisini stjóri í Tryggingarfelagnum og nevndarformaður í Betri Pensjón. 

Tað er nevndin í Tryggingarfelagnum, sum stendir fyri tilgongdini at finna ein nýggjan stjóra til Tryggingarfelagið.

Lars Bonde er formaður í Tryggingarfelagnum Føroyar, og hann sigur, at ætlanin er, at ein nýggjur stjóri verður settur í seinasta lagið fyrst í oktober.  Áðrenn nevndin fór í summarfrí, fór hon undir eitt samstarv við headhuntarafyritøkuna, AMROP, sum skal vera við til at finna nýggja stjóran. 

Í AMROP eru tey serliga køn innan fíggjarheiminum, og tað er ein føroyingur, sum skal hjálpa Tryggingarfelagnum við at finna rætta stjóran, sigur Lars Bonde, sum umframt at vera nevndarformaður í Tryggingarfelagnum Føroyar, er stjóri í samtakinum TRYG Danmark. 

Tryggingarfelagið fer fyrst og fremst at leita eftir einum nyggjum stjóra millum føroyingar her heima og uttanlanda, sigur Lars Bonde. Viðkomandi skal búgva í Havn, tá hann tekur við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012