Lítil áhugi at mótmæla

Lítil áhugi at mótmæla
Umleið 150 luttóku á mótmælistiltakinum móti útbyggingini av Tórshavnar havn
 
13.08.2016 - 15:34

Í lýsingini av tiltakinum søgdu fyriskipararnir, at hóast útbyggingin varð samtykt 4. august, so ætla tey ikki at tiga. Tey eru ímóti, at bingjuhavn verður løgd so tætt miðbýnum, og tey stúra um gang, dálking og eisini, at útbyggingin verður ein vanlukka estetiskt.

Útbyggingin - ella rættari mannagongdin í sambandi við loyvið til útbyggingina - kom í rættiligt ódnarveður hesa vikuna, tá landsstýriskvinnan í innlendismálum Sirið Stenberg segði seg, at málið ikki var liðugt viðgjørt, áðrenn loyvið av misgáum varð farið úr Innlendismálaráðnum til Tórshavnar kommununu.

Men at døma út frá uppmøtingini til mótmælistiltakið við Skansan í dag, er ikki stór mótstøða millum manna móti útbyggingini. Umleið 150 luttóku á mótmælistiltakinum. 

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, hevur sagt, at málið er at skriva undir byggisáttmálan við J&K Petersen longu mánadagin.Útbyggingin er mett at kosta 465 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819