Boko Haram kunngjørt eitt sjónband

Boko Haram kunngjørt eitt sjónband
Á sjónbandinum síggjast 50 gentur aftanfyri ein Boko Haram stríðsmann, sum krevur, at stjórnin í Nigeria leysletur handtiknar Boko Haram stríðsmenn
 
14.08.2016 - 14:20

Islamistiski felagsskapurin Boko Haram hevur í morgun kunngjørt eitt sjónband, sum eftir øllum at døma vísir fleiri av gentunum, sum felagsskapurin rændi fyri skjótt hálvum triðja ári síðan.

Á sjónbandinum síggjast einar 50 gentur í sløri aftanfyri ein alvápnaðan Boko Haram stríðsmann, sum krevur, at stjórnin í Nigeria letur handtiknar Boko Haram stríðsmenn leysar. 

Sambært BBC, sum hevur sæð sjónbandið, noyðir stríðsmaðurin eisini eina gentu at heita á foreldrini um at sannføra stjórnina í Nigeria um at møta krøvunum um leyslating, so tær 219 rændu genturnar sleppa heimaftur.

Boko Haram rændi 276 gentur á einum skúla í Nigeria á vári í 2014. Hildið verður, at av teimum 276 gentunum eru 219 gentur enn á lívi. Á sjónbandinum, sum varð kunngjørt í morgun, sæst minst ein genta halda einum smábarni. Ábendingar eru um, at nógvar av rændu gentunum eru neyðtiknar ella noyddar at giftast við Boko Haram stríðsmonnum.

Boko Haram hevur valdið á økjum norðaliga í Nigeria, og stjórnin í fólkaríka landinum hevur millum annað við bumbuálopum roynt at berja niður víðgongda felagsskapin. Í sjónbandinum fær stjórnin tí skyldina fyri at hava dripið fleiri av rændu gentunum, tá stjórnardeildir hava søkt at Boko Haram málum.

Felagsskapurin boðaði herfyri alment frá, at hann av fullum huga eisini stuðlar Islamskum stati. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887