ST skal hava kvinnuligan aðalskrivara

ST skal hava kvinnuligan aðalskrivara
Stundin er komin til, at ein kvinna skal standa á odda fyri Sameindu Tjóðum. Tað sigur Ban Ki-Moon, aðalskrivari í ST.
Ban Ki-Moon, aðalskrivari í ST
Mynd: Wikipedia Commons  
 
17.08.2016 - 11:00

Seks menn og fimm kvinnur eru í uppskoti at taka yvir leiðsluna av ST, men Ban Ki-Moon heldur altso, at nú stendur ein kvinna fyri tørni.

- Mangir framúrskarandi kvinnuligir leiðarar eru í stjórnum, felagsskapum, vinnulívinum, politikki, í mentanarlívinum og aðrastaðni. Eingin grund er til, at tað ikki eisini skal vera galdandi fyri ST, sigur aðalskrivarin.

Tað verður tó ikki Ban Ki-Moon, sum skal gera av, hvør skal taka yvir eftur seg, og tí vil hann heldur ikki peika á nakra ávísa kvinnu, sum hann heldur vera best egnaða til aðalskrivarastarvið. Hann sigur kortini, at "mangir eldhugaðir kvinnuligir leiðarar eru, sum veruliga kunnu broyta heimin, og sum virkið kunnu samstarva við aðrar av heimsins leiðarum".

- So hetta er mítt eyðmjúka uppskot, men tá avtornar eru tað limalondini, sum hava avgerðina, sigur Ban Ki-Moon.

Fimm kvinnur verða nevndar sum møguligir nýggir aðalskrivarar. Tær eru: Irina Bokova úr Bulgaria. Hon er í løtuni leiðari í UNESCO. Susana Malcorra, sum er uttanríkisráðharri í Argentina. Helen Clart, fyrrverandi forsætisráðharri í Ný Sælandi og leiðari fyri menningarætlanini hjá ST. Christina Figueres frá Costa Rica. Hon er embætiskvinna í ST og hevði berandi leiklut í tingingunum um veðurlagsavtaluna í París í 2015. Og so er tað Natalia Gherman, sum er fyrrverandi uttanríkisráðharri í Moldavia.

The Guardian skrivar, at trygdarráðið hjá ST helst vil hava portugisaran Antonio Guterres at taka yvir eftir Ban Ki- Moon. Hann hevur sitið í tvey skeið, altso tvær ferðir fimm ár, og leggur frá sær við árslok í ár.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585