Aleqa aftur nýtt skattapening til privat endamál

Aleqa aftur nýtt skattapening til privat endamál
Ekstra Blaðið skrivar, at fyrrverandi forkvinnan í grønlendska landsstýrinum hevur nýtt 13.000 krónur av kredittkortinum hjá Fólkatinginum
 
21.08.2016 - 14:25

Aleqa Hammond, fyrrverandi forkvinna í grønlendska landsstýrinum, hevur enn einaferð brúkt skattapening til privata nýtslu, skrivar Ekstra Blaðið í dag sambært Ritzau.

Sambært einum kontoavriti hevur Aleqa Hammond, sum nú er fólkatingskvinna fyri Siumut, brúkt slakar 13.000 krónur á kredittkortinum hjá Fólkatinginum.

Tað kemur fram í einum teldupost-samskifti millum umsitingina hjá Fólkatinginum og Alequ Hammond, sum Ekstra Blaðið hevur fingið hendur á.

Ongar viðmerkingar

- Eg havi ongar viðmerkingar um míni fíggjarligu viðurskifti, sigur Aleqa Hammond við Ekstra Blaðið, og hon vil heldur ikki svara, um hon hevur goldið peningin aftur. 

Sambært reglunum hjá Fólkatinginum eigur kredittkortið bara at vera nýtt til hýruvognar og ferðaseðlar, sum hava samband við fundir.

Men kortið er nýtt at keypa fyri í Nuuk, har Aleqa Hammond býr. 3500 krónur eru nýttar í einum byggimarknaði, 1389 krónur í Keypssamtøkuni, og 1697 krónur eru nýttar í einum itróttarhandli.

Á fólkafundinum á Bornholm í summar tók Aleqa Hammond 2.000 krónur út í Nordea-bankanum við kortinum hjá Fólkatinginum.

Fólkatingið undrast

Í umsitingini í Fólkatinginum undrast tey á kortnýtsluna hjá Alequ Hammond.

- Vit halda, at tú hevur nýtt fólkatingskortið í staðin fyri títt egna gjaldskort, tí vit hava staðfest, at nógvur peningur er nýttur á fólkatingskortinum, stendur í teldupostinum frá umsitingini hjá fókatinginum, sum Ekstra Blaðið hevur fingið hendur á.

- Tær 12.983 krónurnar og 10 oyruni, sum eru nýtt privat, verða vit noydd at draga frá, skrivar umsitingin í teldupostinum til Alequ Hammond.

Aleqa Hammond noyddist at leggja frá sær sum forkvinna í grønlendska landsstýrinum í 2014, tá tað kom undan kavi, at hon hevði nýtt meira enn 100.000 krónur av almennum peningi til privat.

Landstingsval varð útskrivað, men Aleqa Hammond stillaði ikki upp. Hinvegin stillaði hon upp til fólkatingsvalið í fjør, og varð vald við nógvum atkvøðum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652