Føroysku peningastovnarnir eisini umfataðir

Føroysku peningastovnarnir eisini umfataðir
Peningastovnar í Føroyum skulu fáa ávaringar og tilmæli frá Føroya váðaráði, hóast bankar og sparikassar í Føroyum eru danskt málsøki
Føroya váðaráð skal eisini geva peningastovnunum í Føroyum ávaringar og tilmæli, hóast bankar og sparikassar í Føroyum eru danskt málsøki og tí eru undir danska váðaráðnum, Det Systemiske Risikoråd
 
25.08.2016 - 17:16

Føroya váðaráð skal eisini geva peningastovnunum í Føroyum ávaringar og tilmæli, hóast bankar og sparikassar í Føroyum eru danskt málsøki og tí eru undir danska váðaráðnum, Det Systemiske Risikoråd.

Tað sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, sum hevur svarað spurningum frá Bill Justinussen, løgtingsmanni í Miðflokkinum.

Føroya váðaráð fer at lata Skráseting Føroya, Tryggingareftirlitinum ella landsstýrinum tilmæli og ávaringar. Landsstýrið kann til dømis brúka tilmæli frá Váðaráðnum at gera uppskot um lógir ella lógarbroytingar.

SÍ EISINI Danir góðtaka ikki føroyskt váðaráð

Landsstýrið ætlar eisini at fáa samstarv við danska Fíggjareftirlitið, so Váðaráðið haðani kann fáa at vita um møguligar váðar í føroyska bankakervinum, váðar, sum kunnu raka alt samfelagið.

Bill Justinussen spurdi millum annað, um føroyskir myndugleikar kunnu áleggja føroyskum peningastovnum størri kapitalkrøv. Kristina Háfoss svarar, at danskir myndugleikar geva peningastovnunum í Føroyum krøv um kapital.

Føroya váðaráð skal tryggja, at føroyskir myndugleikar í góðari tíð fáa ávaringar um fíggjarligar váðar í samfelagnum, og tilmæli um átøk, sum kunnu fyribyrgja, at fíggjarligir váðar gerast til framtíðar fíggjarkreppur, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010