Pápi fekk ikki viðhald frá kærunevnd

Pápi fekk ikki viðhald frá kærunevnd
Ein pápi fekk ikki pengar frá barsilsskipanini, tí hann søkti 12 dagar eftir at freistin, sum er seks mánaðir, var farin
 
25.08.2016 - 10:04

Freistin at søkja um barsilspengar verður ikki longd, hóast umsøkjari ikki finnur umsóknarblaðið á heimasíðuni barsil.fo., ella sigur seg hava fingið skeivar upplýsingar frá teimum, sum umsita skipanina.

Tað hevur Kærunevndin, sum viðger kærur um avgerðir hjá Barsilsskipanini, avgjørt. Ein pápi fekk ikki pengar frá barsilsskipanini, tí hann søkti 12 dagar eftir at freistin, sum er seks mánaðir, var farin.

Fann ikki umsóknarblaðið

Orsøkin til, at maðurin søkti eftir at freistin var farin, var, segði maðurin, at hann fann ikki umsóknarblaðið á barsil.fo, hóast hann leitaði har óteljandi ferðir.

Tá hann so spurdi TAKS, sum umsitur Barsilsskipanina, um mamman og pápin skuldu senda sama umsóknarblað, fekk hann har at vita, sambært niðurstøðuni hjá Kærunevndini, bæði skuldu senda sama skjal og tíðarfreistin var ikki so avgerandi.

Sambært Kærunevndini stóðst misskiljingin av, at pápin inni á barsil.fo ótalliga ferðir hevði leitað eftir skjalinum, sum pápin skuldi fylla út. Tá hann til síðst fór oman á TAKS í Tórshavn og spurdi um tað, vísti tað seg at vera eitt og sama skjal, sum mamman og pápin skuldu fylla út.

Rætturin fellur burtur

Pápin vísti eisini á, at hann spurdi damuna handan diskin, hvat hann so skuldi gera. Tá segði hon, at tey plaga ikki at ganga so høgt upp í freistina. Tí avgjørdi pápin at søkja alíkavæl.

Kærunevndin staðfesti avgerðina hjá Barsilsskipanini við teirri grundgeving, at umsóknin um barsilspening skal latast inn innan seks mánaðir eftir barnsburð. Um umsóknin ikki verður latin inn fyri hesa freist, fellur rætturin til barsilspening burtur.

Kærunevndin sigur eisini, at tað stendur á umsóknarblaðnum um barsilspening til løntakaran, at freistin at søkja er seks mánaðir eftir barnsburð. Har stendur eisini, at um mamma og pápi bæði søkja um barsilspening, skulu tey fylla út hvørt sítt umsóknarblað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Breddin: Tøkugjøld
173795
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672