Lógin verður ikki dagførd enn

Lógin verður ikki dagførd enn
108 ára gamla lógin, sum peningastovnar í Føroyum brúka, tá teir krevja inn skuld, fær nøkur ár afturat, áðrenn ein nýggj lóg avloysir hana
 
26.08.2016 - 10:40

Tað skilst á svarinum frá Akseli V. Johannesen, løgmanni, sum hevur svarað Kára P. Højgaard, løgtingsmanni.

Kára P. Højgaard, løgtingsmaður, gjørdi vart við, at í Føroyum er fyrningarfreistin fyri skuld í bankum og sparikassum 20 ár.

Tann freistin er í einari danskari lóg frá 1908, sum framvegis er galdandi í Føroyum.

Eingin ítøkilig ætlan um dagførda lóg

Løgtingsmaðurin spurdi løgmann, hví fyrningarfreistirnar, sum komu í Danmark í 2008, ikki eisini eru galdandi í Føroyum. Í Danmark eru fyrningarfreistirnar fyri skuld í peningastovnum trý ella tíggju ár.

Løgmaður svarar, at tá danska lógin skuldi dagførast í 2007, sendi Ríkiumboðið málið til hoyringar hjá føroyska Innlendismálaráðnum, sum ikki svaraði. Málsøkið skuldi yvirtakast, og so kundu føroyingar sjálvir dagføra lógina.

Málsøkið varð yvirtikið 1.januar í 2010. Lógin er ikki dagførd enn. Og eingin ítøkilig ætlan er um nakra dagføring, sigur løgmaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Mikudag 17. apríl
Morgunlestur mikudagur 17. apríl 2024
173394
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691