KÍ er steypavinnari 2016

KÍ er steypavinnari 2016
KÍ er steypavinnari fyri fyrstu ferð í 17 ár
Mynd: KvF  
 
27.08.2016 - 19:44

Finalan um Løgmanssteypið 2016 fer neyvan í søguna sum tann best spældi fótbóltsdysturin, men eftir longda leiktíð og brotssparkskapping var greitt, at ársins steypavinnari er KÍ.

Men tað, sum dysturin kanska ikki hevði fótbóltsliga, hevði hann sanniliga rundanum. Hann varð spældur á einum fullsettum Tórsvølli, og bæði fjepparafeløgini høvdu lagt nógv fyri og fyrireikað seg væl til ársins steypafinalu. 

KÍ legði seg á odda, tá knapt korter var spælt við máli frá Páll Klettskarð, og tá hálvur tími var farin av dystinum, javnaði Andreas Lava Olsen fyri Víking. Liðini fóru til hálvleik við javnleiki. 

Í seinna hálvleiki setti Víkingur seg á dystin, og teir høvdu fleiri møguleikar og settu KÍ fleiri ferðir undir trýst. 

- Klaksvíkingarnir komu als ikki inn í seinna hálvleik, og tað, sum var av støðum og møguleikum, átti Víkingur, vóru viðmerkjararnir hjá kringvarpinum á einum máli um, tá tað varð greitt, at neyðugt var við longdari leiktíð - og síðani við brotssparkskapping, sum endaði við, at KÍ vann hana 5-3. Tilsamans endaði dysturin sostatt 6-4.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858