Slept skuldseting endurskoðast

Slept skuldseting endurskoðast
Avgerðin, um at sleppa skuldsetingini móti víðagitna sangaranum, Cliff Richard, skal endurskoðast, skrivar Sky News
 
31.08.2016 - 16:03

Høvuðsákæruvaldið, CPS, váttar, at tað hevur fingið áheitan um at endurskoða avgerðina og víst verður til rættin hjá ofrunum at kæra avgerðina.

Sum skilst, skal ein løgfrøðingur í fyrsta lagi kanna prógvini. Tað arbeiði er í gongd, áðrenn støða verður tikin um avgerðin um at sleppa skuldsetingini skal ógildast ella standa við.

Fýra menn skuldsettu 75 ára gamla sangaran fyri at hava framt kynsligan ágang móti teimum árini frá 1958 til 1983.

SÍ EISINI Cliff Richard verður ikki skuldsettur

Í 2014 vórðu upptøkur gjørdar, sum vístu, at løgreglufólk vóru í íbúðini hjá Cliff Richard í Berkshire, og soleiðis kom skuldsetingin móti honum undan kavi.

Cliff Richard er ongantíð handtikin ella ákærdur. Í juni í ár varð málið slept, tí prógvini móti honum vóru ikki nóg góð. Sambært SkyNews, var Cliff Richard fegin um, at kanningararbeiðið var liðugt.

- Eg havi altíð tvíhildið um, at eg eri ósekur, eg hava samstarvað við kanningarliðini. Eg skilji ikki, hví tað hevur tikið so drúgva tíð. Men eg eri ovurfegin um, at andstyggjuligu skuldsetingarnar loksins eru sleptar, segði hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585