Hoyvíksvøllurin: Útbjóðingartilfarið verður broytt

Hoyvíksvøllurin: Útbjóðingartilfarið verður broytt
Broytingin er viðvíkjandi tilfarinum, sum er undir graslíkinum
 
02.09.2016 - 10:54

Útbjóðingartilfarið verður broytt nakað, nú graslíkið til Hoyvíksvøllin, nýggja fótbóltsvøllin í Hoyvík, verður boðið út av nýggjum.

Mentanarnevndin hjá býráðnum samtykti mikudagin at bjóða graslíkið út av nýggjum, soleiðis sum umsitingin hjá býráðnum mælti til av fyrstan tíð, tí tilboðið, sum fyrst varð hildið vera tað lægsta, helt ikki treytirnar í útbjóðingartilfarinum.

Beint áðrenn býráðið skuldi taka støðu til málið á eykafundi, sendi Fíggjarnevndin málið aftur í Mentanarnevndina, tí nú var eitt tilboð frá einum øðrum veitara vorðið tað bíligasta.

Bjóðast út sum skjótast

Broytingin í útbjóðingartilfarinum er viðvíkjandi tilfarinum, sum er undir graslíkinum. 

Higartil hevur Tórshavnar kommuna brúkt tað, sum eitur tilfar, stoypt á staðnum, á graslíkisvøllum. Nú verður eisini loyvt at bjóða fram tilfar, sum er gjørt aðrastaðni, í høvuðstilboðnum.

Býráðið hevur biðið Landsbyggifelagið um at bjóða arbeiðið út av nýggjum sum skjótast.       

Býráðið vil hava eina avgerð um graslíkið sum skjótast, so tað kann leggjast á, áðrenn veturin kemur.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Breddin: Tøkugjøld
173795
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628