Samsung tekur aftur nýggja telefon

Samsung tekur aftur nýggja telefon
Tað verður ein fíggjarligur smeitur fyri Samsung, nú nýggjasta fartelefonin hjá fyritøkuni má takast aftur, tí battaríið kann bresta
Fartelefonframleiðarin Samsung heitir nú á fólk, sum hava keypt nýggju Galaxy Note 7- fartelefonina hjá fyritøkuni, um at bera tær aftur, tí battaríið kann bresta
Mynd: AP  
 
04.09.2016 - 14:34

Samsung Electronics tekur nú aftur allar Samsung Galaxy Note 7-fartelefonir, ið eru seldar síðani telefonin kom á marknaðin fyri tveimum vikum síðani.

Tað hendir eftir at til samans tað eru skrásettir 35 tilburðir, har battaríið í nýggju fartelefonini er brostið. Øll sølan steðgar eisini beinanvegin, sigur fyritøkan.

Dýrt fyri Samsung

Samsung vil ikki siga, hvussu nógvar telefonir nú verða tiknar aftur. Tað er longu greitt, at tað verður ein fíggjarligur smeitur fyri fyritøkuna.

Feilurin er mettur at kosta Samsung umleið 33 milliardir krónur, halda greinarar. Ongantíð áður hevur fyritøkan kallað aftur so nógvar telefonir við feili.

Til samans hevur Samsung longu selt fleiri enn 2,5 millónir Galaxy Note 7-fartelefonir. Fólk, ið longu hava keypt fartelefonina, fáa eina nýggja, upplýsir Samsung.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585