Dýrari at reka kommununa

Dýrari at reka kommununa
Tað fer at kosta 35 milliónir krónur meira at reka Tórshavnar kommunu í 2017. Tað er serliga heilsu- og umsorganartænastan, ið dýrkar
Tað fer at kosta 680 milliónir krónur at reka Tórshavnar kommunu næsta ár, ella 5,4 prosent meira enn í ár
 
13.09.2016 - 09:02

Uppskotið um fíggjarætlan fyri Tórshavnar kommunu næsta ár er gjørt við tí fortreyt, at skattaprosentið verður óbroytt, 19,75, men samgongan í býráðnum ætlar at lækka skattaprosentið í 2017.

Tað segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, á býráðsfundinum mánakvøldið, tá uppskotið um fíggjarætlan varð lagt fram. Inntøkurnar næsta ár verða mettar til 881 milliónir krónur samanborið við 848 milliónir í ár.

5,6 prosent meira inn í skatti

Vøksturin er sløk fýra prosent. Inntøkurnar frá kommunuskattinum í 2017 verða mettar at verða 5,6 prosent størri enn í ár.

Tað fer at kosta 680 milliónir krónur at reka Tórshavnar kommunu næsta ár, ella 5,4 prosent meira enn í ár. Rakstrarútreiðslurnar í ár eru 645 milliónir krónur.

Meginparturin av vøkstrinum í rakstrinum næsta ár fer til heilsu- og umsorganartænastuna. Barnafrádrátturin verður óbroyttur, 8.000 krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858