Toppdystur í Sarpugerði seinnapartin

Toppdystur í Sarpugerði seinnapartin
Stórur spenningur er í Gøtu, har oddaliðið KÍ vitjar Víking
 
18.09.2016 - 12:50

Liðini hava ávíkavist 50 og 49 stig á fyrsta og øðrum plássi, nú bara fimm umfør eru eftir at spæla.

NSÍ, sum er á 3.plássi við 46 stigum, tekur á heimavølli ímóti TB.

Stríðið um 4.plássið stendur í Gundadali, har B36 tekur ímóti grannunum úr HB. Liðini hava ávíkavist 41 og 35 stig.

Á Toftum tekur botnliðið B68 ímóti ÍF, sum er á 6.plássi. Og á Argjum tekur AB ímóti Skála. Dysturin kann gerast avgerandi fyri, hvat av liðunum varðveitir plássið í fremstu deildini. Liðini liggja hvør sínu megin niðurflytingarstrikuna - heimaliðið hevur 12 stig og gestirnir hava 17 stig.

Allir dystirnir byrja klokkan trý, uttan dysturin á Argjum, sum byrjar klokkan 17:15. Til ber at fylgja við í sendingini Bólturin í útvarpinum seinnapartin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819