Fróðskaparsetrið flytur kanska inn her

Fróðskaparsetrið flytur kanska inn her
Býráðspolitikari og landsstýriskvinnan umrøða í løtuni møguleikan at Fróðskaparsetur Føroya kann flyta inn í Sjóvinnuhúsið á Vestaru bryggju
Fróðskparsetur Føroya fer kanska at húsast í nógv umrødda Sjóvinnuhúsinum á Vestaru bryggju í Havn. Tað vátta formaðurin í Vinnunevndini í Tórshavnar kommunu og landsstýriskvinnan í mentamálum
 
20.09.2016 - 18:12

Skal Fróðskaparsetrið flyta inn í tóma Sjóvinnuhúsið á Vestaru Bryggju í Havn. Tann spurningin viðgera Tórshavnar Kommuna og Mentamálaráðið í løtuni.

Tað vátta Sjúrður Olsen, formaður í Vinnunevndini hjá Tórshavnar kommunu og Rigmor Dam, Landsstýriskvinna í Mentamálum. Partarnir eru tó ósamdir um, hvussu langt man er komin á leið við samráðingunum.

Óvist um bygningurin kann brúkast

Sambært Sjúrða Olsen flytur Fróðskaparsetrið inn við skúlabyrjan 2017, um alt gongur eftir ætlan. Men hvørki Rigmor Dam ella Poul Geert, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, siga seg kenna nakað til tað.

- Vit hava verið í samráðingum, men enn er eftir at taka støðu til, um bygningurin er hóskandi, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum.

Fróðskaparsetur Føroya fer væntandi at flyta oman í Sjóvinnuhúsið á Vestaru Bryggju í Havn. Tað sigur Sjúrður Olsen, formaður fyri Vinnunevndina í Tórshavnar Kommunu.

Vinnunevndin skal taka støðu

Tað er áhugi fyri bygninginum frá tveimum pørtum. Annar møguleiki er at flyta Setrið oman í bygningin og hin møguleikin er at bygningurin skal húsa eini Heilsumiðstøð.

Gomlu Saltsøluna umvældi Tórshavnar Kommuna fyri 100 milliónir krónur tí ein miðdepil fyri maritimt virksemi í Føroyum skuldi gerast, men tá tað kom saman um eydnaðist ikki at fáa maritimt virksemi inn í bygningin.

Tí hevur verið leitað eftir øðrum keyparum ella leigarum, og tað hevur gingið striltið. Men í løtuni tekur Vinnunevndin í Tórshavnar kommunu altso støðu til um bygningurin skal húsa eini Heilsumiðstøð ella Fróðskaparsetrinum.

Rektarin onga viðmerking

Sjúrður Olsen er ikki vælnøgdur við, at tað ikki eydnaðist at fáa vinnuna at húsast í bygninginum. Men hann sigur, at hetta er ein fín "plan B."

Formaðurin í Vinnunevndini sigur tó, at freistin fyri at finna eina loysn er ikki fyrrenn 1. oktober, og enn verða aðrir møguleikar eisini viðgjørdir.

Fróðskaparsetur Føroya fer at flyta inn í Sjóvinnuhúsið við skúlabyrjan 2017, gongur tað eftir ætlan. Rektarin á Fróðskaparsetri Føroya, Sigurð í Jákupsstovu, vil ikki gera viðmerkingar áðrenn avgerðin er tikin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010