Vatntrot í Aleppo

Vatntrot í Aleppo
Tvær milliónir fólk í krígsrakta Aleppo í Sýria hava einki vatn.
 
24.09.2016 - 11:11

Herda stríðið um Aleppo hevur nú við sær, at vatnveitingin til sýriska býin er nógv skerd. ST vil vera við, at minst tvær milliónir fólk í býnum hava einki vatn eftir ógvusligar samanbrestir millum uppreistrarbólkar og stjórnardeildir í gjár. 

Ein talsmaður fyri UNICEF, barnastovnin hjá ST, sigur, at vatntrotið kann fáa álvarligar avleiðingar fyri longu vánaligu heilsustøðuna í krígsrakta býnum, tí fólk noyðast drekka dálkað og gamalt smittuberandi vatn. st hevur fyrr bodad fra at næstan eingin heilivagur.

Vápnahvíldin millum stjórnardeildir og uppreistrarbólkar slitnaði mánadagin og síðan hava harðir samanbrestir verið alla vikuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652