U16 hondbóltslandsliðið vann sannførandi

U16 hondbóltslandsliðið vann sannførandi
Føroyska U16 hondbóltslandsliðið vann sannførandi á U18 landsliðnum hjá Onglandi fyrr í dag
 
25.09.2016 - 14:42

Við tíggju málum vann føroyska U16 dreingjalandsliðið í hondbólti á U18 landsliðnum hjá Onglandi á Viking Cup í Edinburgh.

Dysturin byrjaði væl hjá føroyingum, sum løgdu seg skjótt fram um. Eftir 15 minuttir stó á jøvnum 6-6 og løtu seinni 7-7. Restina av dystinum førdi føroyska landsliðið, og tók seg longur og longur framum. Dysturin endaði 29-19 til Føroyar.

Málskjúttar: Høgni Fríðuson Gaard 5, Johannes Bjørgvin 4, Hendrikur Davidsen 4, Johan Hansen 4, Gilli Holm 3, John Haldansen 3, Tróndur Mikkelsen 2, Martin Danielsen 2 og Dánjal Ragnarson og Sakaris A. Sakariasson fingu 1 mál hvør.

 

Síðsti dystur verður nú spældur í Viking Cup, har U19 og U17 landsliðini hjá Skotlandi spæla. Føroyska liðið endar sum nr. 1 ella 2 í Viking Cup. Hetta veldst um hvør vinnur av U19 og U17 landsliðnum í Skotlandi. Føroyar taptu við einum máli móti skotska U18 landsliðnum men vunnu sannførandi á skotska U17 liðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887