Grundlógaravhoyring um rúsevnasmugling

Grundlógaravhoyring um rúsevnasmugling
Ein maður er í løtuni til grundlógaravhoyring í Føroya rætti, tí løgreglan heldur, maðurin hevur smuglað amfetamin til Føroya
Ein maður um 30 ára aldur er í løtuni til grundlógaravhoyring í rættinum fyri at hava smuglað amfetamin til Føroya, og fyri at hava ein ella fleiri samsekar í lógarbrotinum
 
26.09.2016 - 15:06

Ein maður um 30 ára aldur er í løtuni til grundlógaravhoyring í rættinum fyri at hava smuglað amfetamin til Føroya, og fyri at hava ein ella fleiri samsekar í lógarbrotinum.

Ákærin kravdi, at grundlógaravhoyringin skuldi verða fyri afturlatnum hurðum, tí upplýsingar kunnu koma fram undir avhoyringini, ið samsek, sum framvegis ganga leys, kunnu fáa nyttu av, og kunnu tarna løgregluni í kanningararbeiðnum.

Kanningararbeiðið ikki liðugt enn

Verjin hjá manninum tók hinvegin ikki undir við afturlatnum hurðum. Hann vísti á, at maðurin hevur játtað seg sekan í at hava smuglað, men hann játtar seg ikki sekan í, at hann skuldi lata amfetaminið til onnur.

Dómarnir avgjørdu, at grundlógaravhoyringin skal fara fram fyri afturlatnum hurðum, tí tað er hetta slagið av málum, og at ein ella fleiri medgerningsmenn kunnu ganga leysir, og tí kanningararbeiðið hjá løgregluni ikki er liðugt enn.

Sostatt fæst ikki at vita, hvussu stóra nøgd av rúsevninum, amfetamin, maðurin skal hava smuglað, og fjølmiðlar og onnur, sum ikki hava við løgreglu ella rættarverkið at gera, vórðu rikin á dyr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819