Landsbankin fer ikki at lána kommunum pengar

Landsbankin fer ikki at lána kommunum pengar
Landsstýriskvinnan hevur biðið Fíggjarnevndina strika hesa heimildina í lógaruppskotinum.
 
30.09.2016 - 09:41

Í álitinum um uppskotið hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, um Landsbankan og Váðaráðið, mæla samgongufólkini í Fíggjarnevndini, Ruth Vang, Helena Dam á Neystabø, Kristin Michelsen og Pauli Trond Petersen, tí til at strika heimildina.  

Orsøkin er, at nógv løgtingsfólk ivast í, um tað er rætt at lata Landsbankan sleppa at geva kommunum og almennum grunnum lán.

Í eini roynd at tryggja breiðari undirtøku fyri lógaruppskotinum um Landsbankan verður tí í fyrsta umfari mælt til at strika hesa heimild hjá Landsbankanum, siga landsstýriskvinnan og fólkini hjá samgonguni í Fíggjarnevndini.

Kristina Háfoss heldur tó fast um, at heimildin er ein samfelagsbúskaparligur fyrimunur.

Um Landsbankin sleppur at læna kommunum og almennum grunnum pengar minka renturnar hjá tí almenna. 

Og harafturat ber til at samskipa betur lánini hjá landi og kommunum.

Hava tagnarskyldu

Samgongan mælir eisini til, at øll tey, sum hava trúnaðarupplýsingar hjá Landsbankanum og Váðaráðnum, hava tagnarskyldu so leingi, sum tey liva. 

Minnilutin í Fíggjarnevndini, Bárður Nielsen, Jacob Vestergaard og Bill Justinussen, sigur, at bæði Landsbankin og Váðaráðið eru óneyðug.

Fyri at røkka semju um málið mæla teir til, at Gjaldstovan eigur at broyta navn til Landsbanka Føroya. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819