Boðið út av nýggjum

Boðið út av nýggjum
Tilboðini, Tórshavnar kommuna fekk inn uppá arbeiðið, at gera Skúlan á Fløtum, vóru so dýr, at kommunan hevur avgjørt at bjóða arbeiðið út umaftur
Tórshavnar kommuna avjørdi í juli at bjóða arbeiðið, at gera Skúlan á Fløtum, út av nýggjum, tí boðini, sum komu inn, vóru alt ov høg
 
06.10.2016 - 09:28

Tórshavnar kommuna avjørdi í juli at bjóða arbeiðið, at gera Skúlan á Fløtum, út av nýggjum, tí boðini, sum komu inn, vóru alt ov høg.

Tað skrivar Tórshavnar Kommuna á heimasíðu sínari. Lægsta boðið átti MT Højgaard, sum bjóðaði sær til at byggja skúlan fyri 273 milliónir krónur.

Tað var 25 milliónir krónir meira, enn kommunan hevði mett kostnaðin fyri byggingina. Kommunan hevur arbeitt við at fyrireika nýtt útboð síðani í juli og nakrar broytingar eru.

SÍ EISINI Tilboðini vóru ov høg

Eitt nú eru felagsøki eittsindur minni og tekniskar loysnir innan ljós og ventilatión eru broyttar nakað. Trý feløg ella samtøk eru boðin inn at bjóða uppá skúlan.

Tey eru:

  • P/F Articon og Sp/f Búsetur við undirarbeiðstakarum
  • P/F MT Højgaard Føroyar við undirarbeiðstakarum
  • P/F J&K Petersen, Sp/f Húsavarðatænastan og Sp/f TG Verk við undirarbeiðstakarum

Lisitatiónin verður 20. oktober 2016 klokkan 14:00. Skúlin á Fløtum verður umleið 11.600 fermetrar stórur. Til samans verða umleið 850 næmingar og 100 starvsfólk á skúlanum.

Skúlin verður bygdur í trimum byggistigum árini 2018-20. Í juni 2016 varð farið undir avgrevstur úti á Fløtum, sum er um at verða liðugur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010