Fer at kosta omanfyri 100 milliónir

Fer at kosta omanfyri 100 milliónir
Gamli BankNordik-bygningurin, ætlanin er at brúka sum politistøð, fer at kosta 106 milliónir krónur
 
06.10.2016 - 10:42

Danski staturin skal keypa gamla BankNordik bygningin í Húsagøtu í Havn og eitt lendi við bygningin frá Tórshavnar kommunu fyri 41,5 milliónir krónur. Tað sæst í fíggjarnevndarskjalínum, sum Fíggjarnevndin hjá Fólkatinginum nú hevur fingið.

Harafturat skal bygningurin umvælast og nútímansgerast fyri meira enn tað dupulta, so samanumtikið fer nýgggja politistøðin í Havn at kosta 105,9 milliónir krónur.

SÍ EISINI Vil vita, hvussu verður við bygninginum

Nú eru meira enn tvey ár síðani, at danska Bygningsstyelsen spurdi Tórshavnar kommunu, um til bar at keypa BankNordik bygningin, tí hann skal leigast Ríkispolitinum.

8. januar í ár gjørdu Bygningsstyrelsen og Tórshavnar kommuna treytaða keypsavtalu. Treytin er, at Fíggjarnevndin hjá fólkatinginum góðkennir keypið. 

Tórshavnar kommuna keypti bygningin frá BankNordik hálvan mai 2013 fyri 40 milliónir krónur. BankNordik fekk sínar pengar frá kommununi í januar í ár. Fíggjarnevndin hjá Fólkatinginum hevur fund í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851