Familjuískoyti til 430 familjur

Familjuískoyti til 430 familjur
Familjuískoytið til støk við einum barni er 18.000 kr. um árið, og hjá pørum við einum barni er ískoytið 22.000 krónur um árið
 
08.10.2016 - 12:23

Umleið 430 familjur fáa familjuískoyti næsta ár.

Tað upplýsti Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, undir fíggjarlógarviðgerðini.

Tað hevur verið sagt, at av tí at so fá søktu um familjuískoyti fyrra hálvár í ár, er tað tekin um, at nógv færri familjur eru í fátrækraváða enn hildið.

Men tíverri sær tað ikki soleiðis út nú, segði Eyðgunn Samuelsen.

Seinast, hon visti, vóru umleið 390 umsóknir um familjuískoyti, og næsta ár verður mett, at 430 familjur fáa hetta ískoytið.

Mettur tørvur 500 familjur

Tá lógin varð samtykt, varð mett, at einar 500 familjur høvdu tørv á hesum ískoyti, og tann metingin er ikki so langt av leið, sigur landsstýriskvinnan í almannamálum. 

Sambært lógini fáa barnafamiljur, har inntøkan er minni enn 200.000 kr., fulla upphædd. Ískoytið lækkar so hvørt, inntøkan hækkar. 

Familjuískoytið til støk við einum barni er 18.000 kr. um árið, og hjá pørum við einum barni er ískoytið 22.000 kr. um árið.

Fyri hvørt barnið aftrat tí fyrsta, hækkar veitingin 5.000 kr. um árið. 

Játtanin á fíggjarlógini í ár til familjuískoyti er 8.350.000 kr. Næsta ár verður skotið upp at skerja játtanina 600.000 kr. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652