Útisetar ikki valrætt

bannari
Útisetar ikki valrætt
Føroyingar, sum lesa og búgva uttanlands, kunnu ikki velja á kommunuvalinum týsdagin 8. november
Útisetar hava ikki valrætt á kommunuvalinum 8. november, tí tey ikki eru tilneldað fólkayvirlit í eini føroyskari kommunu. Myndin er frá kommunuvalinum í 2012
 
14.10.2016 - 07:57

Orsøkin er, sigur Innlendismálaráðið, at tey eru ikki tilmeldað fólkayvirlitið í avvarðandi kommunu í seinasta lagi tvær vikur fyri valdagin, og heldur ikki búgva tey í kommununi sjálvan valdagin.

Tey, sum hava annan ríkisborgararætt enn danskan, kunnu velja og stilla upp, um tey hava havt fastan bústað í Føroyum seinastu trý árini fyri valið.

Freistin at stilla upp til kommunuvalið 8. november er týsdagin 18. oktober klokkan 18. Tá skulu listarnir vera hjá velnevndarformanninum ella kommununi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887