Nú ber til at søkja um starvsløn fyri 2017

Nú ber til at søkja um starvsløn fyri 2017
Mentanargrunnur landsins kann lata umsøkjarum starvslønir við støði í listaligum, mentanarligum og fakligum metingum av verkevni ella verkætlan
 
15.10.2016 - 10:03

Grunnurin skal styðja virksemi fyri føroyskum máli, bókmentum, list, vísindum og øðrum mentamálum, - bæði hjá leikum og lærdum.

Grunnurin skal serliga stuðla tiltøkum og verkætlanum, sum kveikja og menna føroyska myndlist, tónlist, b+okmentir, sjónleik - og aðra list, sum kann javnmetast við hesar listagreinar.

Starvslønir kunnu vera latnar sum ein starvsløn galdandi í trý ár og starvslønir galdandin í ein til 12 mánaðir. Upphæddin á starvslønini svarar til læraralønina í fólkaskúlanum lønarstigi 21, stig 1, sum nú er 26.660 krónur um mánaðin. 

Evsta mark at søkja um starvsløn fyri 2017 er 15. desember. Tú kanst lesa meira á heimasíðuni: mentanargrunnur.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585