ES fordømir Russland

ES fordømir Russland
Ríkis- og stjórnarleiðararnir í ES fordøma harðliga bumbuálopini, Russland og herurin hjá sýrisku stjórnini gera móti sivilfólki í býnum Aleppo
ES fordømir harðliga bumbuálopini á móti sivilfólki í Aleppo í Sýria, tá í minsta lagi 14 sivilfólk vórðu dripin
Mynd: AP  
 
21.10.2016 - 10:23

- ES umhugsar allar hugsandi møguleikar, um níðingsgerðirnar halda fram, sigur Donald Tusk, ES-forseti sambært Ritzau. 

ES hevur toppfund í Brússel í hesum døgum, men í niðurstøðuni er beinleiðis hóttanin um nýggj tiltøk móti Russlandi strikað úr endaliga tekstinum.

SÍ EISINI Russland letur Sýria rakettir

ES-leiðararnir hava eisini viðgjørt virksemið hjá Russlandi, sum er vent móti Evropa. Millum annað nevna ES-leiðararnir russisku brotini á loftrúmið hjá øðrum londum.

Eisini russisku propagandaherferðirnar við skeivum upplýsingum, cyberálop og eisini at Russland beinleiðis blandar seg upp í politikk í ES og í øðrum londum.

- Greitt er, at russiska ætlanin er at avmergja ES, sigur Donald Tusk, ES-forseti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010