Nøkur fáa meira

Nøkur fáa meira
Løgtingið hevur samtykt at hækka lestrarstuðulin, og lesandi, sum eru støk foreldur, fáa nú studning allar 12 mánaðirnar í árinum
 
21.10.2016 - 08:04

1. januar næsta ár hækkar stuðulin hjá teimum, sum taka hægri útbúgving og styttri vinnuførleikagevandi útbúgving, 500 krónur um mánaðin.

Barnastudningurin hækkar upp í 1.000 krónur um mánaðin, og einsamallir uppihaldarar fáa studning allar 12 mánaðirnar í árinum í útbúgvingartíðini.

Samgonguflokkarnir í fíggjarnevndini tóku undir við uppskotinum frá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu,

SÍ EISINI Løgtingið ger mismun á lesandi

Men Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin í nevndini vístu á, at samgongan ætlar at brúka 18 milliónir krónur í trý ár at hækka lestrarstuðulin og at veita stuðul í 12 mánaðir.

Jógvan á Lakjuni og Bjørn Kalsø skutu upp, at øll foreldur, ikki bara stakir uppihaldarar, skulu fáa studning alt árið í útbúgvingartíðini.Men hetta uppskotið fall.

Málið um at hækka lestrarstuðulin skal hava eina viðgerð í Løgtinginum aftrat.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887