Strikar kunning um nobelvirðisløn

Strikar kunning um nobelvirðisløn
Enn er óvst um Bob Dylan tekur ímóti bókmentaheiðursløn Nobels 10. desember. Nú hevur hann strikað kunningina um virðislønina á heimasíðuni
Í løtuni er óvist um Bob Dylan sjálvur tekur ímóti bókmentaheiðursløn Nobels í Stokkhólmi. Enn er ikki eydnast Nobel-nevndini at fáa samband við hann, síðani tað varð kunngjørt, hann fær virðislønina
 
21.10.2016 - 15:27

Heimasíðan hjá Bob Dylan varð herfyri dagførd við stuttum boðum um, at hann hevur fingið bókmentaheiðursløn Nobels. 

Tann kunningin er tó strikað í dag. Sambært svenska Aftonbladet, hevur Bob Dylan sjálvur givið boð um at strika kunningina á heimasíðuni.

Tað er meira enn ein vika síðani, at tað varð kunngjørt, at Bob Dylan vann heiðurslønina, men einki hevur verið at frætt frá honum.

Givin at leita eftir honum

Tá Bob Dylan hevur havt konsertir í hesi vikuni hevur hann heldur ikki nevnt Nobel-virðislønina við einum orði.

Svenska Adademiið sigur, at tey eru givin at leita eftir Dylan, og at tey eru fyrireikað, at 75 ára gamli tónleikarin ikki kemur. Hann er vinnari kortini.

Sviar ivast nú uppaftur meira í, um Bob Dylan verður at síggja í Stokkhólmi 10. desember, tá hann skal taka ímóti bókmentaheiðurslønini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585