Viðgera møguligar dagføringar

Viðgera møguligar dagføringar
Galdandi passlóg í Føroyum er ikki dagførd í fleiri ár, hóast lógin er regluliga dagførd í Danmark. Nú skal tingið viðgera passlógina
Løgtingið fer næsta fríggjadag at viðgera dagføring av passlógini í Føroyum, sum ikki er blivin dagførd í fleiri ár hóast seks lógarbroytingar eru gjørdar í Danmark síðani 1999
 
21.10.2016 - 09:25

Síðani 2012 hevur politiið, sum útflýggjar pass, kravt talgilt fingramerki, men løgregluni vantar heimild at krevja serligt gjald fyri at gera hetta.

Gjaldið er 25 krónur, og broytingin í passlógini skal veita politinum heimildina at krevja gjaldið. Seinastu fýra árini hava í miðal 6.300 føroyingar fingið nýtt pass um árið, vísa hagtøl hjá løgregluni.

Umframt serliga gjaldið fyri fingraprentið, so kostar eitt pass til vaksin 600 krónur, pensjónistar, sum eru fyltir 67 ár, rinda 350 krónur, og børn undir 18 ár rinda 115 krónur.

Lógin í Danmark regluliga dagførd

Passlógin, sum er galdandi í Føroyum, hevur ikki verið dagførd í fleiri ár. Tað eru gjørdar seks lógarbroytingar í Danmark í tíðarskeiðnum 1999 til 2013, sum ikki eru settar í gildi fyri Føroyar. 

Løgmaður, sum hevur borið ríkislógartilmælið í tingið, sigur í viðmerkingunum, at passið er eitt týðandi skjal fyri at kunnu vátta sín samleika

SÍ EISINI Passlógin verður dagførd

Tí eigur hendan lóggáva at verða dagførd regluliga, so at vit ikki koma í eina støðu, har tað kunnu verða settir spurningar við okkara pass. 

Ein broyting í passlógini er kortini ikki við í hesum uppskotinum. Hon snýr seg um at styrkja átøkini móti rekruttering til vápnað stríð uttanlands, serliga í Sýria og Irak. 

Landsstýrið: Donsk broyting var ikki neyðug

Tann lógarbroytingin kom í gildi í Danmark fyri at heimila politinum at nokta einum persóni at fáa pass ella at draga pass inn í ávísa tíð, um orsøk er at halda, at viðkomandi fer at verða við í virksemi uttanlands, sum kann vera til vanda fyri trygdina í Danmark. 

Eisini fekk politiið heimild at seta ferðabann, sum merkir, at ein persónur kann fáa forboð fyri at fara úr Danmark í ávíst tíðarskeið.
 
Landsstýrið hevur hildið, at hendan lógarbroytingin ikki er viðkomandi at seta í gildi í Føroyum, av tí at vit ikki hava trupulleikar við radikaliseraðum ungdómum í Føroyum, stendur í viðmerkingunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Mánadag 22. apríl
Útlit fyri enn einum rakári hjá Dan
174067
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964