Teistin tríggjar túrar um dagin úr Hesti

Teistin tríggjar túrar um dagin úr Hesti
Teistin fer at sigla níggju túrar um dagin úr Skopun á Gomlurætt, og Teistin fer at sigla tríggjar túrar um dagin úr Hesti á Gomlurætt.
 
22.10.2016 - 10:18

Tað er úrslitið, nú Strandferðslan er liðug at leggja um siglingina hjá Teistanum.

Sum nakað nýtt er nú talan um tvær ymiskar farleiðir - eina millum Skopun og Gomlurætt, og eina millum Hest og Gomlurætt - og ikki sum higartil, har Teistin onkrar túrar leggur at í Hesti á leiðini millum Skopun og Gomlurætt.

Teistin ger fyrsta túrin av Skopum klokkan 06:45 á morgni, og siglur seinasta túrin av Gomlurætt klokkan 23:05. Leygardag og sunnudag er fyrsti túrur av Skopun tó klokkan 08:10. Samanlagt siglur Teistin níggju túrar millum Skopun og Gomlurætt um dagin.

Langt frá sama tænasta verður tó galdandi fyri tey, sum búgva í Hesti. Teistin fer fyrsta túrin av Gomlurætt út í Hest klokkan 08:45, og innaftur úr Hesti klokkan 09:05. Ein túrur er mitt á degi, av Gomlurætt klokkan 14:30 og úr Hesti klokkan 14:50, og síðsti túrur er av Gomlurætt klokkan 19:10 og innaftur úr Hesti klokkan 19:30.

Broytingarnar koma í gildi 1. november. 

Strandferðslan boðar í sama viðfangi frá, at bussleiðirnar í Sandoynni og farleiðing til Skúvoyar er broytt, soleiðis at tær passa til nýggju ferðaætlanina hjá Teistanum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (2:2)
172480
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172951
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584