Ætlar at seta forboð fyri bensinbilum

Ætlar at seta forboð fyri bensinbilum
Svenski ráðharrin í umhvørvismálum vil hava ES at taka stig til at seta forboð fyri bilum, sum brúka brennievni
 
23.10.2016 - 11:32

Svenski ráðharrin í veðurlagsmálum, Isabella Løvin, ætlar at seta forboð fyri øllum bensinbilum í 2030.

Forboðið eigur at verða sett í verk í øllum ES-londum, skrivar svenska Aftonbladet.

- Tað er eingin onnur gongd leið, enn at seta forboð fyri bilum, sum brúka brennievni, sigur Isabella Løvin, sum eru úr umhvørvisflokkinum.

Týska samveldisráðið gjørdi herfyri eina yvirlýsing, sum hevur til endamáls at seta forboð fyri bilum, sum brúka brennievni, í 2030.

Og sambært Aftonbladet viðgera Noreg og Holland eisini henda spurningin á politiskum stigi.

- Skal eitt slíkt tiltak eydnast, eigur tað at verða framt á ES-stigi. Tað er eitt týdningarmikið tekin at senda bilverksmiðjunum um, at tær skulu laga seg til nýggjar tíðar, sigur Isabella Løvin.

2016 heitasta árið nakrantíð

Alt bendir á, at 2016 verður heitasta árið á jarðarknøttinum nakrantíð.

- Væntandi verða tað 1,3 stig heitari í ár samanborið við tíðina, áðrenn ídnaðurin í heiminum tók dik á seg. Tíðin er búgvin at seta tiltøk í verk, sigur svenski ráðharrin í veðurlagsmálum.

Hon viðgongur, at kappingarreglurnar í ES kunnu verða ein forðing. Kortini væntar hon, at góðir møguleikar eru at seta forboðið í gildi um 13 ár. 

- Tá lond sum Týskland, Holland og Noreg hava sýnt málinum áhuga, skuldi verðið góðir møguleikar, sigur Isabella Løvin við Aftonbladet. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585