Danmark selur ikki partabrøv í SAS

Danmark selur ikki partabrøv í SAS
Svøríki, Danmark og Noreg hava mist meirilutan í flogfelagnum. 57 prosent av partapeninginum er endaður á øðrum hondum
 
23.10.2016 - 11:02

Hóast Noreg og Svøríki hava selt burtur av sínum partabrøvum í SAS, ætlar Danmark ikki at selja partabrøv í skandinaviska flogfelagnum.

Tað sigur Claus Hjort Frederiksen, fíggjarmálaráðharri, sambært heimasiðuni Check-in.dk.

Norska og svenska stjórnin seldu herfyri tilsamans sjey prosent av sínum partabrøvum í SAS til privatar íleggjarar.

Noreg seldi 2,8 prosent, og norðmenn eiga nú bara 11,5 prosent av partapeninginum í flogfelagnum. SAS seldi 4,2 prosent, og eigur nú góð 17 prosent.

Danski parturin er góð 14 prosent.

Hava mist meirilutan í felagnum

Men Svøríki, Noreg og Danmark, sum tóku stig til at stovna SAS, eiga ikki longur meirilutan í felagnum. 57 prosent av partapeninginum eru á øðrum honum.

Ikki er greitt, hvør hevur keypt norsku og svensku partabrøvini, men helst eru tað íløgubankar, pensjónsgrunnar og aðrir íleggjarar. 

Kanska hava útlendsk flogfeløg eisini keypt partabrøv, skrivar Check-in.dk. 

Formaðurin í nevndini fyri danska partin av SAS, Frits Schur, væntar, at nú eru fyrstu stigini tikin at einskilja SAS. 

Hann sigur, at flogfelagið hevur 70 ár baki, og nú er stundin komin at flyta heimanífrá, sum hann tekur til í samrøðu við Ritzau.

Spyrja fólkatingið fyrst

Men Claus Hjort Frederiksen, fíggjarmálaráðharri, ætlar ikki at selja partabrøv í SAS, ið hvussu er ikki fyribils.

Hann sigur, at einki verður selt, fyrr enn flokkarnir í fólkatinginum hava sagt sína hugsan. 

SAS hevur boðað frá, at tað fer at stovna fleiri nýggjar rutur í vár. Ein teirra er millum Keypmannahavn og Vágar. Flogið verður hvønn dag, bæði í summar og vetrarhálvuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887