Landsstýrismálanevndin biður Kristinu um tilfar

Landsstýrismálanevndin biður Kristinu um tilfar
Nevndin viðger framvegis spurningin, um landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hevur hildið upplýsingum aftur fyri Løgtinginum
 
24.10.2016 - 21:04

Landsstýrismálanevndin hevur biðið Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, og fíggjarmálaráðið um fleiri upplýsingar í málinum um at stovna føroyskt váðaráð.

Landsstýrismálanevndin kannar, um hon skal viðgera eitt mál móti landsstýriskvinnuni, tí andstøðan hevur skuldsett hana fyri at halda upplýsingum aftur fyri fíggjarnevndini og Løgtinginum.

Talan er m.a. um eitt bræv, sum Kristina Háfoss fekk frá danska vinnumálaráðharranum, Troels Lund Poulsen, men sum fíggjarnevndin ikki fekk fyrr enn seinni.

Kristina Háfoss og fíggjarmálaraíð hava fingið 14 dagar at lata landsstýrismálanevndini allar upplýsingar í málinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652