Lógin um dagstovnar endurskoðast

Lógin um dagstovnar endurskoðast
Landsstýrið eigur at endurskoða dagstovnalógina og áseta eitt lægsta mark av tímajáttan við lóg, heldur tingmaður
 
24.10.2016 - 16:21

Hetta heldur Bárður Kass Nielsen, sum vegna nýtt Sjálvstýri hevur lagt eitt uppskot til samtyktar fyri Løgtingið. Flokkurin vil hava lógarásett minstamark fyri tímajáttan.

Tað skal gerast fyri at tryggja góðskuna á dagstovnunumm og fyri at stimbra undir, at fyribyrgjandi trivnaðaramboð verða brúkt av heilsufrøðingum, dagstovnum og skúlum, stendur í viðmerkingunum til uppskotið.

Kommunurnar yvirtóku dagstovnaøkið í 2000, og uppskotið sum snýr seg um góðskuna av dagstovnatilboðunum í Føroyum.

Uppskotið hevur til endamáls at tryggja javnari tænastu og góðsku frá kommunu til kommunu, stendur í uppskotinum, ið kemur til fyrstu viðgerð í tinginum mikudagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652