Bumbuálop á politiskúla krevur 59 lív

Bumbuálop á politiskúla krevur 59 lív
Yvirgangsfelagsskapurin IS hevur átikið sær ábyrgdina av einum sjálvmorðsbumbuálopi á ein politiskúla í Pakistan mánakvøldið
Talið á deyðum er higartil komið upp á 59 fólk eftir eina sjálvmorðsbumbu á einum politiskúla í Pakistan mánakvøldið
Mynd: AP  
 
25.10.2016 - 10:20

ÁVARING: Ógvislig mynd í greinini

Reuters skrivar, at 59 fólk lótu lív, fyri tað mesta næmingar á politiskúlanum, í álopinum, sum hendi í pakistanska býnum Quetta.

BBC skrivar, at tríggir menn í sjálvmorðsbumbuvestum tóku seg inn á skúlan seint í gjárskvøldið og eftir øllum at døma tóku teir eisini gíslar.

Eitt stórt átak varð sett í verk, og allir tríggir álopsmenninir vórðu dripnir.

Greinin heldur fram niðanfyri

- Eg sá tríggjar menn í kamuflasjubúna og við Kalashnikovbúrsum, sigur ein politinæmingur við fronsku AFP-tíðindastovuna.

- Teir fóru at skjóta og komu inn í sovisalin, men eg megnaði at sleppa til rýmingar, sigur politinæmingurin sambært tíðindastovuni..

Hundraðtals næmingar búgva á skúlanum, og mangir teirra doyðu í spreingingunum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585