Kunnu ikki útbúgva læknar

Kunnu ikki útbúgva læknar
Læknalestur í Føroyum krevur eina rúgvu av serlæknum, men teir serlæknarnir eru ikki í Føroyum í løtuni
Tað ber ikki til at fara undir læknalestur í Føroyum, soleiðis sum støðan er nú, verri enn so, heldur Læknafelagið
 
25.10.2016 - 08:11

Tað ber ikki til at fara undir læknalestur í Føroyum, soleiðis sum støðan er nú, verri enn so. Tað heldur Læknafelagið.

Læknalestur í Føroyum krevur eina rúgvu av serlæknum, sum verða knýttir at Fróðskaparsetrinum. Og teir serlæknarnir eru ikki í Føroyum nú.

Mæla til føroyska útbúgving

Verkætlanarbólkurin, ið skrivaði álit um føroyska heilsuverkið, mælir til, at ein læknaútbúgving verður sett á stovn á Fróðskaparsetri Føroya.

Mælt verður til at hava 10 lesandi hvørt ár á bachelorstigi, og tað skal gerast í samstarvi við fróðskaparsetur uttanlands.

Læknalestur í Føroyum hevði útvegað og varðveitt fleiri heilsustarvsfólk, heldur verkætlanarbólkurin. Men í Føroyum er trot á læknum.

Játtanin má hækkast

Fyrsta stig er at hækka játtanina til heilsuverkið munandi, so læknar fáa eina rímiliga arbeiðsviku.

Ikki fyrr enn tá verður tíð til akademiskt virksemi eisini, bæði undirvísing av studentum og til gransking, heldur Læknafelagið.

Men alt hetta kostar nógvar pengar, minnir Læknafelagið á.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585