Nú verður flóttafólkalega ruddað

Nú verður flóttafólkalega ruddað
Arbeiðsmenn og stórar maskinur eru byrjað at ríva niður eina flóttafólkalegu í Fraklandi, har túsundtals flóttafólk hildu til
Ein flóttafólkalega í Norðurfraklandi, har útivið 10.000 flóttafólk hava hildið til, verður nú rivin niður og fólkini rikin úr leguni
Mynd: AP  
 
25.10.2016 - 15:51

Líka til í gjár høvdu hildu túsundtals flóttafólk til í eini legu í Calais í Norðurfraklandi. Í dag er ein annar larmur í "Frumskógini," sum legan verður nevnd.

Arbeiðsmenn við sleggjum og stórar maskinur hava nú gjørt innrás í norðurfranska havnarbýnum, sigur ein tíðindamaður hjá tíðindastovuni, Reuters.

Greinin heldur fram niðanfyri

Fronsku myndugleikarnir høvdu frammanundan boðað frá, at ætlanin varð at byrja arbeiðið, at ríva flóttafólkaleguna niður, á døgurða. Nú er tað veruleiki.

Hóast myndugleikarnir eru byrjaðir at rudda flóttafólkaleguna, eru framvegis nøkur flóttafólk eftir í leguni, sigur ein tíðindamaður hjá BBC News.

Umleið 1.500 børn í leguni

Afturlatingin av støðini hevði bara við sær, at fólk settu tjøld upp aðrastaðni í býnum, serliga nærhendis motorvegnum. Útivið 10.000 flóttafólk búðu í leguni, harav umleið 1.500 børn.

Legan, ið nevndist "Frumskógurin," var ein heilur býur av tjøldum og skúrum, ið vórðu byrgdir av við burturkasti. Myndugleikarnir í Fraklandi komu í tvístøðu av leguni.

Øðrumegin vildu myndugleikararnir ikki, at umstøðurnar vóru ov góðar, so enn fleiri løgdust afturat, men hinvegin máttu hampilig viðurskifti kortini tryggjast í leguni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584