Fleiri milliónir fólk snýtt á Facebook

Fleiri milliónir fólk snýtt á Facebook
Hevur tú, sum so nógv onnur, síðstu tímarnar fylgt við beinleiðis myndum frá rúmdini? So átti tú kanska at lisið her
Fleiri milliónir fólk um allan heimin hava í dag fylgt við í tí, sum skuldi eitast at vera beinleiðis myndir frá International Space Station hjá NASA. Nú er ivi tó sáddur um myndirnar eru veruligar
Mynd: UNILAD/Facebook  
 
26.10.2016 - 15:01

Trúgv ikki øllum tí, tú sært.

Tað kann í øllum førum vísa seg at verða læran hjá nógvum fólkum, ið síðstu tímarnar hava fylgt við í tí, sum tey hildu vera beinleiðis myndir úr rúmdini.

Til samans hava meira enn 30 milliónir fólk fylgt við beinleiðis myndum á Facebook, ið skuldu eitast at vera frá International Space Station hjá NASA.

Fleiri stórir, altjóða fjølmiðlar hava síðstu tímarnar stroymað beinleiðis myndir frá rúmdarstøðini hjá NASA. Og nógv fólk hava eisini fylgt við.

Talan er tó ikki um beinleiðis myndir frá International Space Station hjá NASA, vilja fjølmiðlar vera við, teirra millum stóri amerikanski fjølmiðilin, Mashable.

Ástøðið hjá Mashable verður eisini stuðlað av rúmdarfelagsskapinum, NASA, ið hevur ábyrgdina fyri altjóða rúmdarstøðini, International Space Station.

Greinin heldur fram niðanfyri

Beinleiðis myndirnar hjá NASA vísa ikki tær somu myndirnar, sum fleiri fjølmiðlar hava víst beinleiðis á Facebook síðani umleið klokkan 11 í morgun.

Klokkan 14:52 í dag fylgdu framvegis meira enn hundraðtúsund fólk við beinleiðis stroyming hjá fjølmiðlinum, UNILAD, á Facebook.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858