Skitið valstríð í Havn

bannari
Skitið valstríð í Havn
Valstríðið til kommunuvalið í Havn er vorðið eitt vet harðari og skitnari við einum blað, sum varð borið út í hús í Havn mikudagin
 
03.11.2016 - 12:40

Eingin avsendari er á blaðnum, sum í stóran mun snýr seg um at finnast at Heðini Mortensen, borgarstjóra, og hansara býráði.

Blaðið er lítið ítøkiligt og orðingar sum "Tað hoyrist javnan" og "fyritøkur gremja seg um" skulu eitast at undirbyggja pástandir um, at kommunan tekur ávísar fyritøkur fram um aðrar og ikki loyvir øðrum upp í part.

Tað stendur í blaðnum

Orðingar sum leggja upp til mutur og svik sum hendan:

"Húsaabbin og betongdreingirnir mugu finna okkurt annað at spæla við. Butlaradeildin hevur sum høvuðsuppgávu at halda catwalk-dansin gangandi, kostar 8-9 milliónir mió. kr. umframt at hon skipar fyri sokallaðum "umboðandi tiltøkum", uttanlandsferðum, døgverðum og øðrum PR stuntum fyri aðra tvísifraða mió. upphædd - alt "fjalt" á ymiskum konti."

"Kommunan eigur ikki at kappast við handilsfyritøkur og vinnuna og eftirlíkna teirra virksemi, sum tað í Tórsgøtu. Kommunan eigur ikki at útiloka ávísar handils- og vinnufyritøkur."

"Tað hoyrist javnan, at Tórshavnar kommuna favoriserar ávísar vinnufyritøkur, og at politikarar eru tvinnaðir í hesa favorisering. Aðrar fyritøkur gremja seg um, at trupult er at fáa lut í kommunalum arbeiði og at mannagongdir verða skúgvaðar til viks."

"Tað eigur at vera gjøgnumskygni og opinleiki í kommunalum útboðum, soleiðis at vinnan fær javnbjóðis møguleika at taka lut í hesum. Kommunan eigur at hava fastan og rættvísan útbjóðingarpolitikk, so allar fyritøkur kunnu vera við, og ikki nýtast at fáa eitt innspark."

Sett upp redaktionelt

Í avísini er tilfarið sett upp sum redaktionelt tilfar, eitt nú við einum grafi, sum vísir hvørjar løgur eru lovaðar ella játtaðar og hvørjar eru framdar.

Myndin vísir, at vaksandi mismunur er millum tað, sum verður sagt og tað, sum verður gjørt. Ymiskar verkætlanir, sum ikki eru blivnar til veruleika enn, verða eisini nevndar í blaðnum:

  • Musikskúlan
  • Skúlan á fløtum
  • Langhylin
  • Umlættingarheim
  • Lækna og heilsumiðstøð
  • og manglandi raðfesting av kloakering og útstykkingum og so framvegis

Posta vísir til Prentmiðstøðina

Sambært lóg um postvirksemi má postur ikki innihalda tilfar, sum ber brá av at vera ólógligt, ósømiligt ella æruskemmandi, men sambært posteftirlitinum er tilfar, sum verður borið út uttan adressur, ikki fevnt av lógini um postvirksemi.

Tað er Posta, sum hevur borið blaðið út, men á Posta siga tey seg ikki vita, hvør avsendarin er. Tey vísa til Prentmiðstøðina, sum hevur biðið um útberingina.

Heðin Mortensen, sum í ritinum verur kallaður "húsaabbin", sigur við in.fo í dag, at hann metir hetta vera karaktermorð, og at hann hevur latið málið til sakførara, tí hann vil hava at vita, hvør hevur ábyrgdina

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584