Hvønn stuðlar løgmaður?

bannari
Hvønn stuðlar løgmaður?
Kristin Michelsen hevur klipt eina áheitan frá løgmanni úr valfaldaranum hjá Javnaðarlistanum og deilt áheitanina á facebook, sum sína egnu
Áheitan frá løgmanni er klipt úr faldaranum hjá Javnaðarlistanum og seinasti setningurin "Stuðlið Javnaðarflokkinum" er kliptur burtur
Mynd: Tilgjørd mynd  
 
08.11.2016 - 16:40

Stríð hevur tikið seg upp um, hvønn løgmaður stuðlar í kommunuvalinum á Tvøroyri. Ein áheitan frá Aksel V. Johannesen á fólk í kommununi um at velja Javnaðarflokkin, sum er prentað í faldaranum hjá Javnaðarlistanum, er nú deild av Kristini Michelsen á facebook. Men Kristin Michelsen leggur løgmanni orð í munnin. Og fær tað til at ljóða, sum um Aksel V. Johannesen heitir á fólk um at velja borgaralistan, heldur enn Javnaðarlistan á Tvøroyri. 

"Tvøráfólk, farið mannsterk á val og stuðli politisku gongdini, júst sum løgmaður sigur her. veljið eitt sterkt umboð á Kommunulistanum" skrivar sitandi borgarstjóri á Tvøroyri. 

 

Klipt úr samanhangi

Men fyrrverandi borgarstjórin hevur klipt áheitanina hjá borgarstjóranum úr faldaranum hjá Javnaðarflokkinum á slíkan hátt, at tað ikki sæst, at talan veruliga er um eina áheitan frá løgmanni um at velja Javnaðarlistan. 

Kringvarpið fylgir málinum. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858