Havnin upptald: Javnaðarflokkurin gekk aftur

bannari
Havnin upptald: Javnaðarflokkurin gekk aftur
Veljarakanningin hjá Sosialinum vísti seg at halda. Javnaðarflokkurin misti tvey umboð
Samgongusamráðingar eru longu byrjaðar
 
09.11.2016 - 00:21

Javnaðarflokkurin er farin tvey umboð aftur í Tórshavnar kommunu. Flokkurin fær fimm umboð. Sambandsflokkurin fekk bert tað eina, Annfinn Brekkstein, ið tó bert hevur tvær atkvøður fleiri enn Kaj leo Holm Johannesen, ið sostatt ikki er valdur. Tjóðveldi hevur fingið fýra umboð, Fólkaflokkurin tvey umboð og Framsókn og Sambandsflokkurin bert tað eina umboðið hvør.  

Alt er tí opið enn. Sannlíkt er tó, at samgongan seinastu fýra árini, heldur fram. Samgonguflokkarnir hava stóran meiriluta aftur, um hugurin er til at halda fram. Søgan sigur okkum tó, at nógv kann henda yvir nátt. 

Ikki afturvald

Úrslitið merkir, at varaborgarstjórin Jógvan Arge, ikki er afturvaldur og tað er Sjúrður Olsen, ið hevur verið formaður í vinnunevndini, heldur ikki. 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010