Heðin: Allar súður ikki syftar

Heðin: Allar súður ikki syftar
- Nú verður spennandi har uppi, sigur sitandi borgarstjóri í kvøld og peikar niðan móti Tinghúsunum
Heðin Mortensen er skelkaður í kvøld, men sigur, at hann hevur onkran trumf eftir í ermuni. Og sum skilst er tað hansara avgerandi atkvøða í løgtinginum
Mynd: Kvf  
 
09.11.2016 - 22:17

- Her verður mótmælisgonga!

Heðin Mortensen, sitandi borgarstjóri í Havn er skelkaður í kvøld.

Hann hevði júst sæð í Degi og Viku, hvussu fegin Annika Olsen var um nýggja sess sín sum varaborgarstjóri saman við sær, og so bara hálvan tíma seinni sat hon saman við andstøðuni og var nú sjálv borgarstjóri.

- Eg sá hana í sjónvarpinum í kvøld. Har var alt so eviga deiligt. Hon hevði fingið alt, sum hon hevði peikað á, og hon helt eisini, at havnarborgarar høvdu givið mær sera stórt álit at vera borgarstjóri. Men hálvan tíma aftaná, so møtir hon upp her og sigur, at hon hevur gjørt eina nýggja avtalu við Tjóðveldi, greiðir Heðin Mortensen frá í gongini í Býráðshúsunum á Vaglinum í kvøld.

- Hon er ikki borgarstjóri enn. Býráðið skal samtykkja tað, og tað eri eg, sum kalli inn, og tað kann taka ein mánað ella meira enn tað, sigur hann.

- Hatta eru skitin vápn, sum hon hevur brúkt, og tað sigur nakað um hasa damuna. Tað má eg bara siga, sigur Heðin Mortensen, sum sigur seg hava onkran trumf eftir í ermuni.

- Nú verður spennandi har uppi, sigur hann og peikar niðan móti Tinghúsunum.

Hvat meinar tú við?

- Situr Tjóðveldi ikki í meirlutanum har uppi? Skal fiskivinnunýskipan ikki samtykkjast?, spyr særdi borgarstjórin retoriskt.

Setur tú samgonguna uppá spæl, er tað tín trumfur?

- Nei, eg havi ikki fleiri viðmerkingar í kvøld, sigur Heðin Mortensen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858