Óvist um hann heldur fram

bannari
Óvist um hann heldur fram
Í morgin verður greitt, hvussu nýggja kommunustýrið í Vági fer at síggja út. Sitandi borgarstjórin er klárur til fýra ár aftrat í sessinum
 
09.11.2016 - 13:44

Borgarstjórin í Vági, Dennis Holm úr Tjóðveldi, hevði eitt sera gott persónligt val og gjørdist greiður toppskorari við 131 atkvøðum, men enn er ikki vist, at hann verður borgarstjóri, hóast ábendingar eru um tað.

Tjóðveldi fekk fýra, Javnaðarflokkurin trý og Sambandsflokkurin tvey umboð vald á kommunuvalinum í Vági í gjár. Tí er ikki sjálvsagt, at Dennis Holm heldur fram sum borgarstjóri.

Ynskir at halda fram

Seinastu árini hevur samgonga verið millum Tjóðveldi og Javnaðarflokkin, meðan Sambandsflokkurin hevur sitið í andstøðu, men í løtuni eru allir tríggir flokkarnir í samráðingum um eitt felags samstarv.

- Vit sita nú allir tríggir flokkar og tosa um eitt grundarlag fyri breiðum samstarvi næstu fýra árini, sigur Dennis Holm, sum ynskir at halda fram sum borgarstjóri.

Fundur er avtalaður aftur í morgin. Tá væntar borgarstjórin, at tað verður greitt, um allir flokkarnir kunnu fara í eitt felags samstarv, og hvør verður borgarstjóri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628