Jóhan Christiansen heldur fram í Eysturkommunu

bannari
Jóhan Christiansen heldur fram í Eysturkommunu
Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn hava skipað samgongu
 
10.11.2016 - 11:28

Í Eysturkommunu heldur Jóhan Christiansen fram sum borgarstjóri. Tað boðar borgarstjórin frá í tíðindaskrivi. 

Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn hava skipað samgongu, og Árni Jacobsen verður varaborgarstjóri. 

Jóhan Christiansen, Gudny Langgaard og Tollakur Joensen eru vald fyri Tjóðveldi.

Árni Jacobsen og Hans Mourits Foldbo eru valdir fyri Javnaðarflokkin. Og Hanna Jensen er vald fyri Framsókn.

Samgongan arbeiðir nú við býtinum av nevndarsessum, stendur í tíðindaskrivinum frá borgarstjóranum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858