Eru farin at skriva samgonguskjal

bannari
Eru farin at skriva samgonguskjal
Tjóðveldi, Fólkaflokkurin og Framsókn eru samdir um at samstarva í Tórshavnar býráð næsta valskeið
 
11.11.2016 - 08:17

Hóttanirnar hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra, um at tað fer at ávirka samgonguarbeiðið í løgtinginum, um Javnaðarflokkurin verður hildin uttan fyri samgonguna í Tórshavnar býráð, hava ikki havt nakra ávirkan á býráðssamgonguna millum Fólkaflokkin, Framsókn og Tjóðveldi.

Tí í gjárkvøldið sendu teir tríggir flokkarnir út tíðindaskriv og boðaðu frá, at teir eru samdir um at samstarva næstu fýra árini.

Tíðindaskrivið varð sent út, eftir at Aksel V. Johannsen, formaður Javnaðarfloksins, Høgni Hoydal, formaður  í Tjóðveldi, og Poul Michelsen, formaður í Framsókn, høvdu havt fund um støðuna.

Annika borgarstjóri

Annika Olsen verður borgarstjóri, Gunvør Balle varaborgarstjóri, og so fær Tjóðveldi flestu nevndarformennirnar, tí flokkurin fær formannin í Teknisku nevnd, Mentamálanevndini, Trivnaðarnevndini, Náttúru- og Umhvørvisnevndini, Byggi- og býarskipanarnevndini og Økisnevndini.

Fólkaflokkurin fær formannin í Fjarhitafelagnum. Tjóðveldi fær umboð í nevndini í SEV.

Í tíðindaskrivinum verður sagt, at í løtuni situr býráðssamgongan og skrivar samgonguskjal um yvirskipaða politikkin komandi valskeiðið.

Arbeiðið gongur væl, og samgonguskjalið verður lagt fram fyrsta dagin, verður sagt í tíðindaskrivinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Breddin: Tøkugjøld
173795
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672