Tórbjørn spyr um Arktis

Tórbjørn spyr um Arktis
Tórbjørn Jacobsen, fólkatingsmaður, hevur sett Kristian Jensen, uttanríkisráðharra, fyrispurning
 
11.11.2016 - 08:34

Hvat ætlar uttanríkisráðharrin  at gera fyri at Føroyar verða nevndar sum eitt land í tí Evropeiska Arktis í framtíðar útsagnum hjá ES um Arktis.

Tað spyr fólkatingslimurin, Tórbjørn Jacobsen, Kristian Jensen, uttanríkisráðharra, í grein 20 spurningi.

Í frágreiðing sínari um Arktis tann 25. oktober harmaðist Kristian Jensen um, at Føroyar ikki vóru nevndar sum land í Evropeiska Arktis, í felagsfráboðan frá ES um Arktis.

Tórbjørn Jacobsen undrast eins og ráðharrin á, at Føroyar ikki verða nevndar - og hann kundi hugsað sær at vita, um uttanríkisráðharrin hevur nakra frágreiðing um, hví Føroyar ikki eru nevndar í felagsfráboðanini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585