Somu tryggingartreytir til øll

Somu tryggingartreytir til øll
Fólk, sum hava ættarbregði, eiga at kunna keypa trygging ella gera avtalu um pensjón sum øll onnur sambært uppskoti um at broyta lógina
Tryggingarfeløgini og pensjónsfeløgini í Føroyum eiga ikki at sleppa at krevja av fólki, sum eru genkannað, at tey siga felagnum frá um møgulig ættarbregði, sambært nýggjum uppskoti
 
14.11.2016 - 08:23

Tryggingarfeløgini og pensjónsfeløgini í Føroyum eiga ikki at sleppa at krevja av fólki, sum eru genkannað, at tey siga felagnum frá um møgulig ættarbregði, tá tey keypa trygging ella gera avtalu um pensjón.

Løgmaður hevur sent til hoyringar uppskot um at broyta lógina um tryggingaravtalur.

Við teimum granskingum í ílegum og í genetiska arvatilfarinum hjá føroyingum, sum nú verða gjørdar í Føroyum, ber til at staðfesta, um frísk fólk hava ættarbregði til - ella arvafrøðiliga eru í serligum vanda fyri at menna ella fáa eina sjúku. 

Partur av donsku lógini setast í gildi

Slíkar upplýsingar hava áhuga hjá arbeiðsgevarum og tryggingarfeløgum. Tí verður nú mælt til at seta í gildi í Føroyum ávisa grein í donsku lógini um tryggingaravtalur. 

Sambært teirri lógargreinini kunnu feløg, sum eru undir lógini um tryggingaravtalur, ikki biðja um, fáa til vega ella taka í móti og nýta upplýsingar, sum kunnu lýsa ættarbregði og vandan fyri at menna ella fáa sjúkur.

Feløgini kunnu heldur ikki krevja kanningar, sum eru neyðugar fyri at fáa slíkar upplýsingar til vega. Hetta er galdandi bæði fyri avtalur, sum longu eru gjørdar, og nýggjar avtalur. 

Lógarbroytingin skal verja fólk

Endamálið við lógarbroytingini er at verja fólk, sum møguliga hava onkra gensjúku, móti mismuni, tá tey keypa trygging ella gera avtalu um pensjón. Tey eiga at hava sama rætt sum øll onnur í slíkum handlum.

Lógaruppskotið ger, at tryggingarfelag ella pensjónsfelag ikki kann brúka aðrar upplýsingar í sambandi við váðameting enn upplýsingar um verandi og áður verandi heilsustøðuna hjá fólki. 

Ætlanin er, at lógarbroytingin kemur í gildi 1. juni næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887