Kunnu nú søkja um hjálp

Kunnu nú søkja um hjálp
Á middegi í dag kunnu fólk søkja um fíggjarligan styrk frá átakinum "Í menniskjum góður tokki"
Frá middegi í dag til leygardagin á middegi kunnu fólk søkja um fíggjarliga hjálp frá Barnabata
 
29.11.2016 - 07:53

Í fjør komu einar 440 umsóknir inn um jólahjálp, og stórur partur av teimum, sum søktu, lógu undir fátækraváðamarkinum, sigur Djóni Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata.

Hesaferð verða fólk spurd, um tey fáa nýggja familjuískoytið frá Almannaverkinum, og hetta er tí, at Barnabati vil kanna, um skipanin við familjuískoyti riggar ella ikki, sigur aðalskrivarin.

Umsóknarbløðini til jólahjálp verða tøk á heimasíðuni hjá Barnabata um middagsleitið í dag, og evsta mark at senda inn umsóknarbløðini er á middegi leygardagin, 3. desember.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652