Marjun F. Danberg brotið fingurin

Marjun F. Danberg brotið fingurin
Føroyska hondbóltslandsliðið má spæla HM-undankappingardystirnar uttan størsta profilin
 
29.11.2016 - 12:03

Fríggjadagin byrjar HM-undankappingin hjá føroyska kvinnulandsliðnum í hondbólti, tá Føroyar spæla ímóti Makedonia.

Tíverri er nú greitt, at Føroyar mugu spæla uttan helst sterkasta spælaran, Marjun Falkvard Danberg.

Stutt fyri at venjingin í gjárkvøldið var liðug, var hon so óheppin, at hon breyt fingurin í nærdysti.

Andreas F. Hansen, venjari, váttar fyri Kringvarpinum, at Marjun verður ikki tøk til teir tríggjar HM-undankappingardystirnar.

- Hon hevur stóran týdning fyri liðið, bæði í verju og í álopi. Nú mugu hinar taka meira ábyrgd á seg, sigur við Andreas F. Hansen.

Beinleiðis í Kringvarpinum

Dysturin millum Føroyar og Makedonia verður fríggjakvøldið klokkan 20.00. Kringvarpið stroymir dystin beinleiðis.

Leygardagin spæla Føroyar og Ísland. Dysturin byrjar klokkan 17.00. Kringvarpið vísir dystin beinleiðis í sjónvarpinum og á heimasíðuni.

Sunnudagin klokkan 18.00 spæla Føroyar og Eysturríki. Kringvarpið vísir dystin beinleiðis í sjónvarpinum og á heimasíðuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652